The Nordic Male Choir Festival 12th - 14th of May 2016

The Nordic Male Choir Festival 12th - 14th of May 2016

Faldarin frá manskórsstevnuni í Hørpuni í Reykjavík 2016; Akureyri og Reykjavík 2016

Người chơi

0

Đánh giá

4.5★

Danh mục

ePub

Giới thiệu

Konsertferð til Akureyrar og Reykjavíkar 9. til 16. mai 2016 Í døgunum 9. til 16. mai var Tórshavnar Manskór fyrst á Akureyri og síðani til eina Norðurlendska Manskórsstevnu, sum varð hildin í Reykjavík í sambandi við at "Karlakórinn Fóstbræður" hevði hundrað ár á baki. Stevnan er skipað soleiðis at øll kórini syngja eitt obligatoriskt programm, sum er givið frammanundan, og sum er øvað bæði væl og virðiliga. Sangirnir eru hesir: 1) Ar vas alda. Íslendskt tjóðlag. / Þórarinn Jónsson. 2) Olaf Trygvason. Bjørnstjerne Bjørnson. / F. A. Reissiger. 3) Uti vår hage. Folkvisa från Gotland. / Hugo Alfvén. 4) Jarðareygað. T. N. Djurhuus / Kári Bæk. 5) Á sprengisandi. Grímur Thomsen. / Sigvald Kaldalón. Arr. Einar Ralf. Og nr. 6) Finlandia hymnan. V. A. Koskienniemi. / Jean Sibelius. Har vóru eisini nakrir sangir, sum vóru frívilligir at læra, og teir vóru hesir: 1) Gryningen vid havet. Sten Selander. / Hugo Alfvén. 2) Sortunut ääni. Kanteletar. / Jean Sibelius. 3) Tíminn líður, trúðu mér. Íslendskt tjóðlag. / Árni Harðarson. 4) Heyr, himna smiður. Kollbeinn Tumason. / Þorkell Sigurbjörnsson. 5) Die Nacht. F. A. Kummacher / Frantz Schubert. Og nr. 6) Lux Aurumque. Edward Esch - Charles Anthny Silvestri. / Eric Whitacre. Í Reykjavík bleiv sungið í einari rættiliga stórari konserthøll "Elborg", sum er ein av konserthøllunum í Hørpuni. Henda høllin tekur um 1.700 áhoyrarar. Scenan var somuleiðis stór og Tórshavnar Manskóri fylti tí ikki serliga nógv uppi á scenuni. Men tað var eitt upplivilsi, at sleppa at hava konsert har, tí akkustikkurin var sera góður, tó at ventilatiónin larmaði eitt sindur undir báðum konsertunum, sum vit høvdu har í føroyskum búna: fyrst einsammallir síðani saman við hinum 1.000 monnunum )tó ikki í føroyskum búna). Hin konserthøllin, sum vit høvdu konsert í, var "Kaldalón", uppkallað eftir íslendska komponistinum Sigvaldi S. Kaldalón, hon tók um 200 áhoyrarar og hon var kanska betri egnað til okkum, men tað hevði verið ynskiligt at eingin gummimátta lá í konsertsalinum tá vit høvdu konsert. Harpan, við øllum sínum konserthøllum kostaði 1.200.000.000 danskar krónur at byggja, er rættiliga stór, sum tað sæðst á myndini i erva.

Nhà sáng tạo

Tórshavnar Manskór

Studio trò chơi

Danh mục

ePub

Loại

Trò chơi nhỏ

Phát hành

Gần đây

Người chơi

0

Theo nhà sáng tạo

Thêm từ Tórshavnar Manskór

Cùng danh mục

Thêm trò chơi ePub

Phổ biến nhất

Bạn cũng có thể thích

Những trò chơi thịnh hành mà người chơi khác đang yêu thích ngay bây giờ.